- Átakið byrjaði í nátt við hørðum álopum á russiskar støðir, sigur ein ukrainsk hernaðarkelda við CNN.
Býirnir, sum ukrainski herurin nú skal hava tikið aftur nærindis Kherson, eru Nova Dmytrivka, Arkhanhel's'ke, Tomyna Balka og Pravdyne.
Sambært Wikipedia eru hetta býir við millum 1000 og 3000 íbúgvum hvør.
Seinastu tíðina hevur Ukraina fyrireikað álop fyri at vinna ræðið aftur yvir stóra býnum, Kherson.
Fyri russisku innrásina búðu út við 300.000 fólk í býnum.
Kherson fall í russiskar hendur tíðliga eftir innrásina í Ukraina hin 24. februar í ár.
- Vit hava nú tikið fýra býir aftur, og fremstu støðirnar hjá russisku herdeildunum á leiðini eru brotnar í trimum støðum.
Ukrainska hernaðarkeldan sigur við CNN, at nógvir russiskir hermenn eru falnir, og aðrir eru tiknir til fanga.
- Málið við átakinum er Kherson, sigur ukrainska hernaðarkeldan.
Norska Dagbladet veit í kvøld at siga, at russar skjóta rakettir av Krim-hálvoynni eftir ukrainskum støðum nærindis Kherson.