Sambært ukrainsku verjuni, sum Sky News endurgevur, vilja russisku herdeildirnar í hertikna býnum, Kherson, har eysturi í Ukraina, ikki loyva sivilfólki úr býnum.
Tað er serliga nú, síðan ukrainski herurin hevur lagt seg eftir at taka býin aftur frá russum, at sivilfólk vilja sleppa úr býnum, tí roknast kann við hørðum bardøgum.
- Russisku herdeildirnar hava sagt, at tær "vilja skjóta fyri at drepa" sivilfólk, sum royna at flýggja úr býnum, veit Sky News at siga, sum endurgevur ukrainsku verjuna.
Fólk í býnum hava sagt við ensku sjónvarpsrásina, at tað eru fleiri og fleiri, sum ynskja at sleppa úr týdningarmikla havnabýnum, nú ukrainar royna at taka býin aftur.