Njál R. Petersen, sum er útlærdur kokkur frá Hotel Føroyum, hevur frammanundan matstovuna Hereford í Klaksvík, og hann hevur eisini havt Pizzaria Napoli í Klaksvík, sum tó er stongt nú. Nú hevur hann so yvirtikið Kafé Kheops, ið jú er gamla kondittaríið á Káta Horninum í miðbýnum í Havn.
Marknaðarførast sum kafé
- Eg fari fyrst og fremst at marknaðarføra Kheops sum eina kafé, og her verður alt tað vanliga at fáa. Í fyrstuni fer matarlepin fyrst og fremst at innihalda slíkt, sum eg veit við vissu selur. Her hugsi eg til dømis um kebab, pitsair, tvíflísar og pitabreyð, greiðir Njál frá.
Herfyri var tað fastur táttur á Kafé Kheops, at jazzbólkar sluppu at spæla har, og hetta fer at halda fram, nú staðið hevur skift eigara.
- Tað konseptið við jazztónleikinum fari eg at halda fram við, og í nógvar aðrar mátar verða karmarnir her á staðnum teir somu, undir øllum umstøðum hesa fyrstu tíðina, sigur nýggi eigarin.
Skal sjálvur kokkast
Njál R. Petersen hevur sett sær fyri, at Kafé Kheops fer at lata upp klokkan níggju á morgni gerandisdagar, og fyrstu tveir tímarnar verður morgunmatur at fáa.
- Tað verður sovorðið sum rundstykkir, kringla og annað, ið verður at fáa tá. Men tá ið klokkan gerst 11 fyrrapartin og fram til klokkan tvey seinnapartin, verður tað møguleiki at keypa sær brunch, ið er nakað, sum fleiri og fleiri spyrja eftir. Umframt brunch verður tað eisini møguligt at keypa annað av matarlepanum hesar tímarnar, greiðir Njál frá.
Nakað av starvsfólkinum í Kafé Kheops er skift út, nú Njál hevur tikið yvir. Sjálvur fer fuglfirðingurin, ið jú sum áðurnevnt er útlærdur kokkur, at standa við grýturnar. Um stutta tíð kemur ein annar fuglfirðingur, Jákup Arnhold Lamba, eisini at hjálpa honum. Jákup Arnhold er útlærdur kokkur og bakari, og hann starvast í løtuni á Hotel Hafnia.
Eitt annað, ið Njál R. Petersen hevur ætlanir um, er at skipa fyri einum ella øðrum søluvirksemi úr húsinum um næturnar í vikuskiftinum.
- Eg ætli mær at bjóða fólki, sum eru í býnum, at keypa okkurt etandi, sum tey ikki fáa aðrastaðnis um næturnar í vikuskiftinum. Vónandi kann tað eisini verða við til at menna eitt slag av umhvørvi kring hesi húsini, sigur fuglfirðingurin.