Khan brúkti 76 sekund

Alt bendir á, at 22 ára gamli Amir Khan úr Onglandi er ávegis móti onkrum heilt stórum í boksiheiminum. Leygarkvøldið stóð hann aftur sum vinnari, tá hann vardi sítt WBA-belti í lættweltervekt við at steðga ukrainska Dmitriy Salita í fyrsta umfarinum. Ukrainin var í gólvinum eftir bara 15 sekundum, og hóast hann kom uppaftur, so var hann mest sum liðugur. Eftir 76 sekundum hevði dómarin sæð nóg mikið, og varð dysturin tá steðgaður við TKO-sigri til Khan.