Khalid Sheikh Muhammed fyri rættin

Í gjár varð farið undir at fyrireika rættarmálið ímóti Khalid Sheikh Muhammed, sum sambært amerikanska ákæruvaldinum legði yvirgangin tann 11. september í 2001 til rættis. Rættarviðgerðin verður í Guantanamo-leguni í Kuba.

Fýra aðrir limir í al-Qarda skulu eisini fyri rættin, og teir eru millum annað ákærdir fyri at hava útvegað pengar til atsóknirnar og at hava hjálpt álopsmonnunum.

Ákæruvaldið sigur, at tað fer at taka nakrar dagar at fyrireika málið, og at sjálv rættarviðgerðin byrjar ikki fyrr enn næsta ár.

Khalid Sheikh Muhammed (myndin) varð tikin í Pakistan fyri níggju árum síðani og sendur til USA.