Naser Khader og floksfelagin Anders Samuelsen ætla sær úr Radikala Vinstra og at stovna nýggjan flokk. Tað sigur danska útvarpið, sum eisini sigur seg hava fingið váttan fyri, at tíðindini eru røtt. Naser Khader og Anders Samuelsen hava kortini ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini enn.
Tað hevur ligið á ljóði teir seinastu dagarnar, at Naser Khader var á veg úr Radikala Vinstra. Hann hevur leingi verið ósamdur við floksleiðsluna um fleiri mál, og í síðstu viku fleyt bikarið yvir, tá floksfelagin Elsebeth Gerner Nielsen lat seg avmynda við turriklæði á høvdinum.
Anders Samuelsen, sum ætlar sær at stovna nýggjan flokk saman við Naser Khader, umboðar Radikala Vinstra í Evropatinginum.