Tað stendur illa til við heilsuni hjá russiskum monnum. Teir drekka ov illa, eta ósunt.
Sambært Heimsbankanum livdi ein miðal russiskur maður í 2020 bara 66 ár – 10 ár styttri enn russiskar kvinnur.
Vladimir Putin er ikki sum aðrir russiskir menn.
Hann hevur verið forseti í Russlandi í áravís. Er gamal KGB agentur við umdømi sum ein maður, ið fer væl við sær sjálvum.
Hann venur judo, drekkur ikki og letur seg avmynda í sibirisku náttúruni við tikarum, tá hann fiskar ella situr á hestbaki.
Og loysir seg. Í dag fyllir hann 70 ár.
Hinvegin hevur hann hesa tíðina annað at hugsa um enn javngamlir russarar.
Avgerð hansara at fara í kríggj ímóti Ukraina í februar hevur ført til revsitiltøk frá vesturheiminum ímóti Russlandi.
Russland hevur svarað aftur við at skrúva fyri gassinum til vesturheimin.
Sjálvt undir Kalda krígnum keypti vesturheimurin gass úr Russlandi, men tað verður ikki gjørt nú.
Beint eftir álopið á Ukraina vísti Putin ein síðu av sær sjálvum, sum flestu evroperarar ikki kendur.
Ein illbrýntur Putin helt sjónvarpsrøðu. Legði vesturheimin undir at steingja Russland ikki handan Nato-mørk.
Ukraina verður stýrt av nazistum og er ikki eitt land, segði hann.
Burtur var maðurin, sum Vesturheiminum hevði roynt at samstarvað við í meira enn 20 ár.
Í staðin var ein maður, sum leitaði eftir samanbrestum og hóttir við kjarnorkubumbum.
Vladimir Putin varð føddur í Leningrad, nú Sankta Pætursborg, sonur ein verksmiðjuarbeiðsmann. Ungi Vladimir fór ikki á verksmiðju at arbeiða. Í 1975 fekk hann prógv í løgfrøði á lærda háskúlanum í Leningrad.
Sama árið fór í at arbeiða fyri KGB og fór at eygleiða útlendingar í Leningrad.
Tann fregnartænastan, sum var við til at stimbra kommunistiska einaræðið.
Frá 1985 tili 1990 var hann KGB yvirmaður í Dresden í táverandi Eysturtýsklandi. Hann upplivdi soleiðis á staðnum múrin fella í 1989.
Restin av Eysturevropa fylgdi eysturtýskarum burtur úr Sovjetsamveldinum, sum fall í 1991. Harvið syndraðist tann skipanin, sum KGB-Putin hevði arbeitt fyri at halda við valdið.
Tað var tá at Putin segðí hetta vera, »tann størsta geopolitiska katastrofan« í 20. øld.
Putin varð síðani tikin inn í toppin á nýggja Russlandi – og tað var Boris Jeltsin, sum tók hann við.
Fyrst sum varastjóri í Krelm, síðani sum stjóri í FSB, sum kom í staðin fyri KGB.
Í 1999 fór Jeltsin frá. Putin varð fyribils forseti og vann forsetavalið í 2000.
Í 2009 fór hann frá eftir tvey skeið og gjørdist forsætisráðharri.
Í 2012 gjørdist hann aftur forseti, og hesaferð vildi hann ikki risikera at missa sessin aftur. Hann hevur nú broytt grundlógina soleiðis, at hann kann vera sitandi sum forseti til 2036.
Í fjør sendi russiskt sjónvarp sendingina – »Russland. Nýggj søga«.
– Nakrar ferðir mátti eg koyra hýruvogn, svart. Tað er ikki stuttligt at tosa um. Men tað var tíverri tað, sum hendi, segði Putin um árini eftir at Sovjettsamveldið fall saman.
– Tað var tað søguliga Russland, sum fall, helt hann fram.
– Vit vórðu broytt til eitt fullkomiliga annað land. Tað, sum var bygt upp yvir 1000 ár, var stórt sæð mist.
25 milliónir russarar vóru brádliga í nýggjum óheftum londum.
– Ein menniskjanslig vanlukka, var niðurstøðan hjá Putin.
Í 2021 skrivaði hann eina stóra grein, sum grundgevur fyri, at Ukraina og ukrainar eru samrunnin partur av Russlandi og russiskari søgu og mentan.
Ein støða, sum tykist vera orsøk til tað kríggj, hann nú hevur sett í gongd.
Putin vísir ikki privatlívið hjá sær. Men hann er skildur frá Ljudmila. Parið hevur tvær døtur.
/ritzau/