Tá P/F Faroe Seafood fríggjadagin varð sent Skiftirættinum, lógu umleið 50 tons av upsa eftir á virkinum í Havn. Eftir at tað var vorðið greitt seint fríggjadagin, at P/F Faroe Seafood endaði í Skiftirættinum, segði nevndarformaðurin seinastu tíðina, Ingi Højgaard, at einastu virkir hjá felagnum, sum kundu lata uppaftur mánadagin, vóru tey, sum kanska lógu inni við fiski.
Virkið hjá Faroe Seafood í Havn var eitt av teimum, sum høvdu fisk inni á gólvinum, men hesin fiskur varð ikki arbeiddur.
Hesi stívliga 50 tonsini, sum alt var upsi, vórðu boðin út, og í kapping við aðrar keypti TG Seafood í Hvalba og Sandoy Seafood í Skopun fiskin.
Magnus Jespersen, stjóri, váttar yvirfyri Portalinum, at TG Seafood og Sandoy Seafood hava keypt hendan fiskin.









