Tað vakti ans í Danmark, tá íslendingar keyptu tað stóra danska ognarfelagið KEOPS fyri trimum árum síðani. Men íslendsku íleeggjararnir keyptu danska felagið fyri stolnar pengar.
Tað skrivar Berlingske Business í dag og vísir til upplýsingar í einari stevning ímóti fyrrverandi stóríleggjaranum Jóni Ásgeiri Jóhannessyni og fleiri øðrum íslendskum íleggjarum.
Avtøkufelagið, sum umsitur fyrrvernadi bankan Glitnir, hevur stevnt teimum eftir 12 milliardum donskum krónum. Sambært stevningini skuldi KEOPS-keypið ongantíð verið fullført, tí tað var tilevnað fyri at fara uttan um lógina.