Keyptu hús, men hava ikki ráð at brúka tey

Hvøkkur kom á býráðslimir í Havn

Líkt er til at Tórshavnar Býráð forroknaði seg, tá ið húsini hjá gamla Sjónvarpi

Føroya í Vørðsluni, vórðu keypt fyri bara einum ári síðani.

Tað eru húsini høgrumegin, tí Starvsmannafelagið eigur húsini vinstrumegin.

 

Tað er bara eitt ár síðani, at Tórshavnar Býráð keypti húsini hjá gamla Sjónvarpi Føroya í Vørðsluni í Havn.

Endamálið var at brúka tey til kvøldskúla.

 

Men okkurt bendir á, at býráðið hevur forroknað seg, tí longu nú vilja fleiri býráðslimir hava kommununa at selja húsini aftur.

 

Tað hevur alla tíðina verið greitt, at húsini hava tørv á ábótum og ein kostnaðarmeting vísir, at tað fer at kosta 8,5 milliónir at umvæla húsini og innrætta tey til kvøldskúla.

 

Tekniska fyrisiting hjá kommununi hevur ikki álit á hesi kostnaðarmeting, tí talan er um at gera umvælingar.

 

Men er hetta veruligi prísurin, fara húsini sostatt at kosta einar 13 milliónir, umframt mvg, ráðgeving og tað, sum leggjast skal upp fyri til ókendar útreiðslur.

 

Samstundis er ivi um, hvat skal gerast við brúnna yvir um M.A. Winthersgøtu. Starvsmannafelagnum vil hava hana niðurtikna í summar. Men bygningurin hjá Starvsmannafelagnum veitir ognini hjá Tórshavnar kommunu streym.

- Hetta er ikki vanlig mannagongd, og støða skal tí eisini takast til nýggja streymleiðing.

 

Harumframt er staðfest, at soppur er í bygninginum og tekniska fyrisitingin hjá býráðnum heldur ikki, at tað er ráðiligt at taka bygningin í brúk til kvøldskúla, fyrr enn tann trupulleikin er loystur.

 

Hinvegin eru ongir pengar settir av til endamálið, men umsitingin mælir til, at málið verður neyvari lýst.

 

Men hetta heldur mentanarnevndin hjá býráðnum ikki, tí hon hevur gjørt bart og mælir rætt og slætt til at býráðið selir húsini aftur.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini staðfestir, at skal kommunan framvegis hava húsini, er neyðugt at seta pening av til at gera tey ístand fyri, men tað hevur vilji ikki verið til higartil. Og tí er besta at kommunan bara sleppur sær av við tey, sigur hon.

 

Og tað tekur ein  meiriluti í fíggjarnevndini hjá býráðnum, nevniliga Sjúrður Olsen, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein og Jógvan Arge, undir við.

 

Seinasti limurin í fíggjarnevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri, mælir frá at selja tey, tí hann mælir til at gera eina heildarætlan fyri tey.

 

Um hetta var taktikkur fyri at fáa pengar til at umvæla húsini, er óvist, men í øllum førum sær tað út til, at nú kemur glið á.

 

Fleiri býráðslimir øtaðust, tá ið teir sóu, at ætlanin er at selja húsini aftur. Teir mæltu heldur til, at ein loysn verður funnin, so kvøldskúlin kann taka tey í brúk, tí tað hevur skúlin harðliga brúk fyri.

 

Og endin varð eisini, at Býráðið samtykti at beina málið aftur í mentanarnevndina við tí endamáli at finna eina loysn.