Tey hildu seg vera heppin og hava gjørt eitt røvarakeyp, tá tey keyptu eina sethúsaogn fyri minni enn eina miljón krónur í 2009. Men skjótt gjørdist greitt, at familjan, sum telur fýra fólk, ikki var einsamøll í húsinum í Rexburg í USA.
Húsini, sum í grannalagnum bara verða rópt "slanguhúsið", eru nevniliga bygt oman yvir eitt slangubøli, har í hundraðatali av slangum halda til og nørast. Tað er um heystarnar, at slangurnar leita saman undir húsunum, har tær síðan halda til um veturin.
Slangurnar eru ikki vandmiklar, men hava veikt eitur, sum ikki ger álvarsligan skaða á menniskju.
Tað hevur tó ikki verið serliga hugnaligt hjá hjúnunum, tí slangurnar hava verið um tað heila - inni í veggum, skápum og hvítvørum.
Bara eftir einum degi drap Ben Sessions, sum er maðurin í hjúnarlagnum, ikki færri enn 42 slangur.
Tá familjan hevði búð í húsunum í tríggjar mánaðir, góvu tey upp og fluttu. Kona Ben, Amber, sigur, at mánaðirnir í slanguhúsunum vóru nær við at oyðileggja familjuna.
- Hetta var so stressandi. Tað kendist, sum búðu vit í satans húsi, sigur hon við tíðindastovuna AP.
Hjúnini halda, at meklarin leyg fyri teimum, tá hann seldi teimum húsini, tí hóast grannar ávaraðu tey, segði meklarin, at trupulleikin, sum hevði verið við slangum í húsunum, var loystur.
Men hjúnini fingu skjótt at sanna, at tað var trupulleikin ikki. Einastu ráðini at sleppa av við slangurnar er at ríva húsini niður.