Smyril hevur í mong ár verið álitið hjá suðuroyingum, men undir verkfallinum, hevur hann ligið bundin at bryggjuni á Drelnesi, og suðuroyingar hava ikki havt nakað álítandi ferðasamband til og frá meginøkinum. Men neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Tá verkfallið júst var byrjað og veðrið var so ringt, at ikki var hugsingur um at fara yvir Suðuroyarfjørð við Johonnu, mátti onnur loysn finnast. Og hana funnu fýra suðuroyingar, ið skuldu við flogfarinum til Danmarkar. Tey keyptu ferðaseðil við Bliki til Scrabster og fóru í land tá skipið var komið at bryggju í Havn.
Frá Skipafelagnum vita tey ikki um fleiri slíkar tilburðir, men tey vátta, at slíkt er komið fyri undir verkfallinum. Tó halda tey ikki, at hetta er verkfallsbrot, tí ferðafólkini høvdu goldið ferðseðil til Scrabster, og eingin kundi vita, at tey ætlaðu sær at fara í land í Havn.
Ferðaseðilin við Bliki til Scrabster kostar 1.220 krónur, so ikki kann sigast annað, enn at talan var um eina dýra ferð til Danmarkar.