Keyptu amfetamin frá rokkarum

Fyrrapartin hósdagin vóru tveir 25 ára gamlir menn fyri í Føroya Rætti, ákærdir fyri at hava smuglað og selt stórar mongdir av rúsevni. Báðir høvdu nógvar ákærur at svara fyri, tí tær vóru einar tjúgu í tali fyri hvønn. Teir játtaðu seg sekar, men vildu tó teir ikki kennast við tær nøgdir, ið ákæruvaldið legði fyri rættin. Á rættarfundinum viðgingur menninir, at teir m.a. høvdu fingið 187 gramm av amfetamini og 30 ecstacy pillarar frá Hell´s Angels rokkarum í Hanstholm, sum teir síðani smuglaðu til Føroyar

Stóra narkomálið er um at koma í hæddina. Hósdagin var enn eitt rættarmál í Føroya Rætti. Tveir 25 ára gamlir menn vóru á ákærubeinkinum, ein dani og ein føroyingur. Teirra mál verða viðgjørd saman, tí teir báðir hava samstarvað.
Blaðið fór til prentingar, áðrenn dómarin hevði gjørt ein úrskurð. Meira verður tí at frætta frá málinum í blaðnum í morgin.
Verjin vildi fyrst hava, at rættarmálið fór fram fyri afturlatnum hurðum, og at rætturin setti navnaforboð og referatforboð. Orsøkin var, at menninir framhaldandi ætlaðu sær at búgva í Føroyum eftir at hava sitið dómin og fyri at verja tey avvarðandi.
Hesum vísti ákærin aftur, tí lógarbrotini vóru somikið álvarsom, at almenningurin og samfelagið sum heild høvdu áhuga og rætt til at vita, hvat gekk fyri seg í rættinum.
Dómarin tók undir við ákæranum, og rættarfundurin fór fram fyri opnum hurðum.

Keyptu frá rokkarum
Eftir tað las ákærin alt ákæruritið upp. Og tað var langt. Báðir høvdu eini tjúgu mál at svara til í part. Rúsevni sum hassj, kokain, amfetamin og ecstacy vórðu nevnd í ritinum, sum teir skulu hava selt og smuglað.
Tann eini maðurin var eisini ákærdur eftir revsilógini fyri at hava sagt ósatt fyri løgregluni undir avhoyringum.
Fyrsta ákæran var, at menninir í felag høvdu smuglað 232 gramm av amfetamini til Føroyar við Norrønu í august í fjør. Danin greiddi frá, at hann skipaði fyri smuglingini, og at hann setti seg í samband við seljarar í Hanstholm. Hesir vóru Hell´s Angels rokkarar í bólkinum Red and White, sum er ein partur av Hell´s Angels.
Ákærin bað teir báðar peika á mannin, ið amfetaminið varð keypt frá, á eini mynd. Føroyingurin vísti rættinum, hvørjum hann hevði keypt frá. Hann viðgekk eisini, at hann hevði fingið 30 ecstacy pillarar frá rokkaranum í Hanstholm.
Teir ákærdu vildu ikki kennast við tey 232 grammini, men hildu, at talan var um eina nøgd, sum var umleið 187 gramm. Amfetaminið skuldi nýtast til at gjalda skuld, ið føroyingurin hevði til fleiri persónar, sum vórðu navngivnir í rættinum. Restin av amfetamininum varð goymt í viðalundini aftanfyri hvíldarheimið Naina í Gundadali.
Føroyingurin arbeiddi um hetta mundið umborð á Norrøuni, og tí hevði hann ongar trupulleikar at sleppa í land við rúsevnunum.