Keypti The Independent fyri eitt pund

- Prentaðu bløðini eru ikki deyð. Tey fara heldur ikki at doyggja, sigur russiski ríkmaðurin, Aleksandr Lebedev, sum hevur keypt The Independent fyri nakrar heilt fáar krónur. Russiski ríkmaðurin, Aleksandr Lebedev, tók ikki hendurnar so djúpt niður í lumma sín, tá hann um dagarnar keypti bretska blaðið, The Independent.

Keypsprísurin var neyðars eitt pund. Við í keypinum var eisini sunnudagsblaðið, The Independent on Sunday.

Fyrrverandi KGB-agenturin hevur við keypinum eisini bundið seg til at taka ábyrgd av allari skuld, sum blaðið kann koma í.

Bæði bløðini høvdu eitt hall í fjør upp á næstan 250 miljónir krónur.

Framtíðin hjá The Idependent hevur tað mesta av einum ári ligið í stórari óvissu.

- Prentaðu bløðini eru ikki deyð, og tey fara heldur ikki at doyggja, hevur russarin sagt.

Aleksandr Lebedev verður sagdur at teljast millum ríkastu menn í Ruslandi.

Fyri einum ári síðan keypti hann 75% av London Evening Standard, og eisini her var keypsprísurin eitt pund. Stutt eftir varð blaðið givið út sum ókeypis blað.

The Independent varð stovnað í 1986 við tí endamáli at kappast við tungvektararnar í bretska blaðheiminum, eitt nú The Times, The Daily Telegraph og The Guardian.

Tað hevur tó ikki eydnast blaðnum at taka hini stóru bløðini aftur í upplagi.