Vinnihúsið skrivar, at Starvsmannafelagið í viðgerð síni av lønargongdini gevur eina misvísandi mynd, tí týðandi faktorar, sum ikki hóska inn í myndina hjá Starvsmannafelagnum, ikki vera tiknir við.
Samanberingin vísir, at í nevnda tíðarskeiði eru lønirnar hjá limunum í Starvsmannafelagnum vaksnar nógv minni enn lønir sum heild í Danmark. Hugt verður bert at seinasta 10 ára skeiðinum, har føroyska samfelagið fór gjøgnum eina óvanliga kreppu. Í 80-unum var lønarvøksturin í Føroyum hinvegin størri enn í fleiri av grannalondunum.
Lønirnar niður
Í kanningini verður ikki norti við, at Starvsmannafelagið undir kreppuni tók tað fakfelagspolittisku avgerð, at keypa seg frá umskipanum og uppsagnum. Felagið valdi at seta lønirnar 8,5 % niður fyri at tryggja, at eingin í almenna sektorinum var uppsagdur. Hetta var eitt val og eitthvørt val hevur sín prís.
Fyri føroyska samfelagi merkti hetta, at stórt sæð eingin rationalisering var framd innan almenna sektorin. Vit fingu bert eina umskipan av miðfyrisitingini, sum merkti ein uppaftur størri almennan sektor. Verður samanlíkna við ein annan part av samfelagskervinum, so er starvsfólkatalið í samløgdu bankunum í dag bert helvtina av starvsfólkatalinum í 1990. Og ilt er at síggja, at føroyingar í dag hava verri tænastu innan fíggjarheimin, enn í 1990, skrivar Vinnuhúsið.
Neyðugt
Rætt er tó, at lønarvøksturin í 90-unum sum heild hevur ligið lægri enn í grannalondunum, men hetta hevur verið neyðugt og altavgerandi fyri at samfelagið hevur fóta sær aftur. Í byrjanini av 90?unum var kappingarføri vánaligt, síðan fór tjóðin stórt sæð á húsagang, og arbeiðsloysið varð met stórt í fleiri ár. Hetta vóru ikki umstøður til lønarvøkstur.
Í dag er rúm fyri ávísum lønarvøkstri, men avgerandi fyri kappingarføri er tó, at vit halda lønarvørsturin á støði við kappingarneytar okkara, og helst nakað undir hesum, skrivar Vinnuhúsið.