Keypti kamel fyri átta milliónir

Dýrasti kamelurin í heimurin er júst seldur á uppiboðssølu í Abu Dhabi.

Átta milliónir krónur mátti Mohammed bin Rashid, krúnprinsur í Dubai, gjalda fyri kamelin.

 

Fjøruti kamelir vóru settir til sølu á uppiboðssøluni, sum var partur av einum fýra daga langum festivali, ið skal halda lív í mentanini og siðunum í óljuríku arabisku statunum.

 

Tilsamans vórðu kamelir seldir fyri 14 milliónir krónur á festivalinum.