Keypt skrivstovu fyri sjey milliónir

Tórshavnar kommuna hevur keypt skrivstovubygningin hjá Advokatskrivstovuni í Fr. Petersensgøtu í Havn fyri sjey milliónir krónur.

Advokatskrivstovan flytir í nýggj hølir á Frúutrøð í gamla bygningin hjá P/F Robert Brockie. Kommunan skal brúka bygningin til fyrisitingina, men enn er ikki greitt, hvør deild, skal flyta í bygningin – men talan kann t. d. gerast um Sosialu deild. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta ikki er endaliga avgjørt, men tað verður í øllum førum ein deild, sum er væl egnað at vera undir sama taki, sigur hann.