Keypssamtøkan gevst at selja egg undan búrhønum

Danskur djóraverndarfelagsskapur vil nú hava allar handlar í Føroyum at gera tað sama

Føroya Keypssamtøka gevst nú at selja egg undna búrhønum, og í dag er síðsti dagur, egg undan búrhønum verða at fáa í FK.

 

Ístaðin fer handilin bara at selja verður vistfrøðilig egg og skaviegg, siga tey og okkum vitandi er hetta fyrsti handil í Føroyum, ið tekur hetta stigið.


 
FK sigur, at hetta er eitt lið í royndunum at menna djóravælferðina, men skuldi tað borið til ikki at nøkta tørvin á vistfrøðiligum og skaviggum, kann vera neyðugt at keypa tey egg, ið fáast í føroysku heilsølunum sigur FK. Men hetta verður tó bert í hendinga føri, leggja tey afturat

 

Marna Olsen, sum er átaksleiðari í Anima, ið er ein felagsskapur í Danmark ið virkar fyri rættindunum hjá dýrum, sigur í morgun, at nú fara tey at seta seg í sambandi við aðrar handilsketur í Føroyum við tí endamáli eisini at fáa tær at gevast at selja egg undan búrhønum.