Nettasølan hjá Keypsamtøkuni fór úr 259 milliónum niður í 249 milliónir krónur, og starvsfólkakostnaðurin fór úr 211,5 milliónum niður í 202,8 milliónir.
Eginogn felagsins er nú 48,7 milliónir krónur.
– Tað eydnaðist i 2018 stórt sæð at halda umsetningin hóast økta kapping, men vinningurin hevur ikki megnað at fylgt við. Tað hevur ávirkað ársúrsltið, sum ikki var á støði við 2017, skrivar leiðsla felagsins í ársfrásøgnini.
– Ársúrslitið var ein millión krónur lægri enn væntað, skrivar felagið, sum vætnar, at ársúrslitið í ár væntandi verður hægri.
129 fólk starvast í Føroya Keypsamtøku. Stjóri er Finn Nielsen.
Í nevndini sita:
Jákup Danielsen, formaður
Erling Bjarki Jørgensen
Guðrun Petersen
Jóannes Dánjal Sivertsen
Jón Tyril
Karin Kastalag
Tummas Kári Lauritsen

Keypsamtøkan heldur lakari úrslit

