Týskvøldið spældu føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst móti næstfremsta liðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Odense.
Tað bleiv sum væntað torført fyri Keypmannahavn, ið mátti leggja rygg til eitt 26-33 tap. Í steðginum var Odense á odda 17-13.
Pernille sum annars er kend fyri at vera effektiv fekk bara eitt mál upp á tríggjar málroyndir.
Keypmannahavn er nummar seks í deildini við 14 stigum fyri 14 dystir.
Mikukvøldið 24. januar verður føroyingauppgerð. Tá tekur Keypmannahavn móti Viborg á heimavølli. Við á liðnum hjá Viborg er Jana Mittún.
Seint seinnapartin í dag klokkan 17.30 skulu tvey føroyingalið í eldin.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax spæla á útivølli móti greiða oddaliðnum, Team Esbjerg. Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taka móti Aarhus.
Klokkan 18 í kvøld spæla Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing á útivølli móti Bjerringbro.
Støðan:
| Nr. | Lið | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | Team Esbjerg | 13 | 26 |
| 2 | Odense | 15 | 26 |
| 3 | Ikast | 14 | 24 |
| 4 | NFH | 15 | 20 |
| 5 | Viborg HK | 14 | 14 |
| 6 | Keypmannahavn | 15 | 14 |
| 7 | SønderjyskE | 14 | 14 |
| 8 | Skanderborg | 15 | 13 |
| 9 | Silkeborg-Voel | 14 | 12 |
| 10 | Ringkøbing | 14 | 11 |
| 11 | Aarhus United | 14 | 10 |
| 12 | Horsens | 14 | 7 |
| 13 | Bjerringbro | 13 | 7 |
| 14 | Ajax | 14 | 0 |











