Keypmannahavnar kommuna hevur nú sett sær sum mál, at tann danski høvuðsstaðurin skal vvera ein roykfríur býur í 2025. Í fyrstu atløgu hevur kommunan skotið upp at gera 150 spælipláss roykfrí við at seta upp skelti við vinarligari áheitan á fólk um ikki at roykja.
-Vit vilja fegin geva børnunum í Keypmannahavn betri møguleikar fyri at fáa eitt roykfrítt lív og eitt roykfrítt umhvørvi, tá tey eru á spæliplássinum, sigur borgarstjórin í heilsumálum, Ninna Thomsen, við fjølmiålarnar.
-Vit royna ein millumveg. Vit ætla, at tað skal vera sjálvboðið og fara at koma við vinarligum áheitanum, sigur hon.
Sambært Keypmannahavnar kommunu doyggja 1.400 fólk í høvuðsstaðarkommununi á hvørjum ári av royking.








