Keypmannahavn, Horsens og EH Aalborg vóru fyri greiðum tapum

Føroyingaliðini høvdu tað tungt móti Odense og Esbjerg í kvøld

Trý lið hjá føroyskum landsliðsleikarum vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu á útivølli móti toppliðnum, Odense.

 

Í fyrra hálvleiki var Horsens væl við, og í steðginum var Odense bert á odda við einum máli, 14-13.

 

Í seinna hálvleiki var Odense greitt omaná, og tað endaði eisini við einum greiðum 32-22 sigri til Odense.

 

Maria skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.

 

Horsens hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn tóku ímóti verandi meistarunum, Esbjerg á heimavølli.

 

Tað endaði við einum 34-27 sigri til Esbjerg. Í steðginum var Keypmannahavn bert aftanfyri 14-15, men í seinna hálvleiki dróg Esbjerg frá heimaliðnum.

 

Pernille skoraði trý mál.

 

Keypmannahavn hevur fýra stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar.

 

Eisini liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg var fyri tapi í kvøld.

 

EH Aalborg tapti á útivølli 30-36 (14-16) fyri Nykøbing Falster.

 

Lív var toppskjútti hjá Aalborg við fimm málum. Annika bjargaði 29 prosent av málroyndunum hjá heimaliðnum, og hon stóð seg harvið betur enn kappingarneytin, Johanne Graugaard sum bjargaði 18 prosent av málroyndunum.

 

Eisini EH Aalborg hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini.