Keypmannahavn: Løgreglan ávarar ungar menn

Tað kann vandamikið hjá ungum monnum at ganga í Nordvest, Nørrebro og Brønshøj

Um tú ert eitt mannfólk millum 18 og 25 ár, so skalt tú ansa tær, tá tú ert á Nørrebro, Nordvest ella Brønshøj. Tað boðar løgreglan í Keypmannahavn frá í kjalarvørrinum av bandakrígnum, ið hevur herjað danska høvuðsstaðin seinastu vikurnar.


Síðan 12. juni hava hava 18 skottilburðir verið í danska høvuðsstaðnum, hóast løgreglan hevur sett í verk serlig trygdartiltøk, ið skulu basa ófriðinum, og bara seinasta døgnið hava tveir ungir menn fingið skaða í tveimum ymiskum skottilburðum. Tí heitir løgreglan í dag á ungar menn um at vera á varðhaldi, tá teir ferðast ymsastaðni í býnum.


- Vit hava tíverri verið vitni til tveir skottilburðir seinasta døgnið, har bandalimir hava skotið eftir tveimum ungum monnum – einans tí teir vóru á skeiva stað til skeivu tíð. Teir hava einki við bandakríggið at gera, segði Jørgen Skov, chefpolitiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn, á tíðindafundi fyrrapartin í dag, sambært DR.


Tí heitir løgreglan serliga á ungar menn um at ansa sær, tá teir eru á Nørrebro, Norðvest og Brønshøj.


- Tað eru serliga ungir menn í aldrinum 17-25 ár, ið eru í vanda. Um man hoyrir til tann bólkin og ferðast í hesum økjum, so vil eg siga: Ansið tykkum, sigur Jørgen Skov.