Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í dag á útivølli fyrra dystin í seinasta undanumfarinum til bólkaspælið í EHF European League.
Dysturin var á útivølli í Spania móti Costa del Sol Malaga.
Og sigast má, at Keypmannahavn hevur eitt gott útgangsstøðið til returdystin í Keypmannahavn, sunnudagin 19. november.
Keypmannahavn megnaði javnleik 29-29 í útidystinum í Malaga. Í steðginum var Malaga á odda 16-14.
Pernille og liðfelagarnir mugu tí átaka sær favorittleiklutin til returdystin um átta dagar.