Ein borgarstjóri í Kilo ætlar sær at lata øllum monnum, sum hava fylt 60, ókeypis Viagra-bollar Tað er lítið at ivast í, at borgarstjórin í kilska býnum La Padro sunnan fyri høvuðsstaðin Santiago er væl umtóktur millum teir eldru menninar í býnum.
Hann hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einari ætlan um at lata allar menn yvir 60 ár fáa ókeypis Viagra-bollar.
-Endamálið er at bøta um lívsgóðskuna hjá borgarunum, sigur Gonzalo Navarrete, borgarstjóri. Hann sigur, at hann fekk hugskotið, tá hann hoyrdi fleiri eldri menn í býnum kæra seg um, at ov lítið kom burtur úr tí kynsliga heima við hús.
Menn, sum vilja taka av tilboðnum, skulu til læknakanningar fyrst, skrivar AP.









