Fótbóltur
Dysturin í Gundadali er ein av teimum, sum skjótt fer í gloymibókina.
B36, sum er við í oddastríðnum, tók ímóti botnproppinum, VB/Sumba, og fyrstu lítlu løtuna av dystinum var klassamunurin sjónligur. Framrættaða B36-liðið, sum til tíðir líktist gomlu brasilsku 4-2-4 uppstillingini, legði stórt trýst á fyrstu løtuna, men ætlaða málskolan varð tó av ongum.
Tó at velduga trýstið linkaði, sum minuttirnir gingu, so var B36 framvegis omaná, og tvær ferðir megnaðu teir eisini at koma til møguleikar. Báðu ferðirnar slapp Hanus Thorleifsson leysur í høgru, og báðu ferðirnar endaði innleggið fyri føturnar á Sylla, sum umsetti til mál. Sylla kundi enntá skotið reint hattrick, men linjuverjin metti tó, at talan var um rangstøðu, tá ivorianski framherjin var fyrstur á returi eftir royndi frá Bergi Midjord.
Eftir steðgin var talan framvegis um leikliga yvirvág til B36, men tað var tó so sum so við møguleikunum. Heldur hevði B36 nú fótin á koblingini, og tí gekk nógv fyri seg í tómgongd í bæði álops- og verjuparti.
Og vóru gestirnir bara eitt lítið sindur neyvari, so kastaði hetta mál av sær. Tvær ferðir varð Jón Krosslá Poulsen mest sum púra blankur, og ta einu ferðina stútaðu gestirnir á stólpan, tá markeringarnar hjá vertunum vóru alt annað enn neyvar.
Talan kundi verið um endurtøku frá í fjør, tá B36 misti stig á heimavølli móti júst VB/Sumba, hóast spælbýtið í sjálvum sær ikki borgaði fyri hesum.
Árstalsfelagið slapp tó við skrekkinum, og ivaleyst vóru tað eisini stigini, sum taldu mest, tá dómarin hevði blást seinastu ferðina.
Trý stig og ein frálíkur summardagur vóru tað, sum heimaáskoðararnir fegnaðust um, meðan VB /Sumba enn eina ferð mátti stigaleyst av vøllinum. Enn er kanska ikki alt tapt, men útidysturin móti AB komandi umfarið verður helst løtan, har suðuroyingar fáa at vita, hvørt teir kanska hava lið í bestu deildini í 2008 ella ikki.