Vit bjóða tveir túrar út í Tinganes, har tann eini verður á íslendskum máli. Harumframt verður ein túrur í vesturbýnum.
Allir túrarnir byrja framman fyri Gamla Bókhandil/Kunningarstovuna - og eru okeypis.
Túrarnir út í Tinganes byrja kl. 19.00 og túrurin í Vesturbýin umleið 1 tíma seinni, tvs. uml. kl. 20.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og ikki er neyðugt við tilmelding. Tit møta bara upp framman fyri Gamla Bókhandil/Kunningarstovuna til ásettu tíðirnar. Ferðaleiðararnir eru lættir at kenna, tí teir eru í okkara bláu og grønu jakkum.
Vit vóna at nógv nýta hetta høvið at hoyra meira um Havnina.