Tryggingarfelagið Trygd fer í komandi ári at bjóða kundum, sum hava tryggjað skip síni har, at geva eina ókeypis sertænastu.
Á Trygd vísa tey á, at øll virðisgøgn mugu viðlíkahaldast, fyri at fyribyrgja skaðum. Soleiðis er eisini við skipum.
?· Tá skaðar henda, er neyðugt at brúka tíð og pengar til umvæling, samstundis sum góðir dagar kunnu fara fyri skeyti. Hetta er til bága fyri bæði reiðaran, sjómannin og onnur við áhuga í skipinum, sigur Trygd í tíðindaskrivi.
Tí fara tey nú at bjóða kundum, sum hava skip í trygging, at nýta sýnsfólk hjá Tryggingarfelagnum til vegleiðing og upplýsing um viðlíkahald av skipinum.
Tænastan fer at fevna um:
Fyrireiking av skipinum til høvuðssýn ella klassing
Gjøgnumgongd av kravdum sertifikatum
Gjøgnumgongd av maskinuni, meðan vanligt viðlíkahald verður gjørt
Metan um viðlíkahaldsætlanir
Trygd leggur dent á, at talan verður um eitt samstarv, har tryggingaarfelagið er serfrøðingur innan skaðafyribyrging og reiðaran, sum best av øllum kennir skip sítt.
Henda viðlíkahaldsætlan fer væntandi at minka um óvæntaðar eykaútreiðslur av bráðneyðugum viðlíkahaldi, eins og at fyribyrgja skaðum.
eys