Ókeypis skúlabøkur til allar miðnámsnæmingar

Hetta er eitt tilboð, sum øll norðanlond geva miðnámsskúlanæmingum og tí er tað ein sjálvfylgja at føroyskir miðnámsnæmingar eisini fáa ókeypis skúlabøkur frá komandi skúlaárið.?Talan er ikki um ein stóran kostnað - tí mett verður at samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum fara at liggja ímillum tvær- til hálvu triðu millión krónur tað fyrsta árið. ??Tey fylgjandi árini fer kostnaðurin vantandi at lækka - tí nógvar av bókunum kunnu brúkast í feiri ár, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldir at skúli og undirvísing eigur at fáa ein hægri raðfesting frá politiskari síðu.