Ókeypis sigling um fjørðin og fleiri nøvn í Saltsiloini

Fyrireikararnir av stuðulskonsert í Saltsiloini á Drelnesi í maj siga nú, at ókeypis verður at sigla, og fleiri føroysk nøvn verða nú eisini kunngjørd Hetta sæst á facebook síðuni hjá siloni, ið nevnist Salt í Sárið.

Í samband við konsertina í Saltsiloini tann 15. maj siglur Smyril ókeypis báðar vegir. Ferðaætlanin verður kunngjørd seinni. Atgongumerki verða til sølu ymsastaðni í landinum í komandi viku av, og prísurin fyri ferðing, konsert og dans aftaná á økinum við pubbina hjá Onnu Kirstin verður íalt 350 kr. Við øllum. Møguleiki verður eisini at keypa atgongumerki á E-billett.

Áður eru hesi nøvn kunngjørd: Eivør, Teitur, Jens Marni, Terj, Martin J, Harkaliðið, Frændur, Havnarkórið og Havnar Hornorkestur. Afturat listanum við føroyskum nøvnum eru hesi nøvn komin: Brandur, Hallur og Cantabile. Okkurt spennandi útlendskt navn er eisini á veg.