Í fleiri ár hevur OK Heilsøla í Hvalvík bjóðað øllum mcarum í Føroyum til hugnaløtu í Hvalvík. Seinnu árini hevur hetta tiltak ligið saman við bátahugnanum, sum á fjórða sinni er í Hvalvík í dag.
Í hesari løtu leggja bátarnir, sum eru við í bátatreffinum, til bryggju í bátahylinum í Hvalvík.
Samstundis, sum bátarnir, ið eru við í bátahugnanum í Hvalvík, leggja til bryggju nú klokkan 15, og tjaldið á bryggjuni er opið fyri almenninginum til ókeypis smurt breyð við føroyskum viðskera, verða pylsur og breyð løgd á grillina hjá OK Heilsølu í Hvalvík.
Tað er Óli Karl Hansen, ið eigur fyritøkuna, og tað er Bogi Hansen, sum er ættaður úr Runavíkar-økinum, men býr í Æðuvík, sum er grillmeistari við høvið.
- Vit hava eina rættiliga stóra grill, sum tekur heilar níggju sekkir av koli, og vit tendraðu grillina longu um middagsleitið í dag, sigur Óli Karl Hansen.
Hann leggur aftrat, at øll, sum koma á vitjan, fáa ókeypis pylsur, breyð, køkur og bollar.
- Hetta er eitt tiltak, sum øll kunnu verða við í og fáa eina hugnaliga løtu burturúr. Her eru ongar avmarkingar. Øll eru vælkomin, og einki skal gjaldast, staðfestir eigarin av OK Heilsølu í Hvalvík.