Ókeypis parkering til Prius

Toyota hava tikið eitt óvanligt stig fyri at vekja áhugan fyri umhvørvisvinarligum bilum við at leiga nøkur av teimum mest eftirspurdu og sentralu parkeringsplássunum í Keypmannahavn og reserverað tey til eigarar av hybridbilunum Toyota Prius.

Vit vilja við hesum røkja teir kundar, sum hava valt at koyra í einum av heimsins mest umhvørvisvinarligu bilum, sigur René Mouritsen, kunningarstjóri hjá Toyota Danmark.