Ókeypis lønarkontu til fólk

Fólk skulu hava møguleikan at velja bankarnar frá, halda løgtingskvinnur

Tjóðveldi fer at leggja uppskot fyri tingið um, at fólk skulu kunna hava eina almenna lønarkontu og harvið sleppa undan gjøldunum hjá bankunum.

Nú peningastovnarnir eru farnir at taka gjøld fyri nærum allar tænastur og harumframt eru farnir at taka negativa rentu fyri innistandandi, mugu fólk hava aðrar møguleikar í at velja.

Tað siga tær báðar tingkvinnurnar fyri Tjóðveldi, Sirið Stenberg og Beinta Løwe.

Tær fara tí at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at fólk skulu kunnu hava eina almenna lønarkontu, so tey sjálvi kunnu velja, um tey vilja hava lønina inn á kontu í peningastovnunum ella í almennari lønarkontu.

– Peningastovnar skulu tjena pengar, men fólk mugu hava valmøguleikan, at fáa lønina uttan um peningastovnarnar, siga Sirið Stenberg og Beinta Løwe, tingkvinnur.

Uppskotið verður lagt fyri tingið í morgin.