Nú fáa allar gentur, ið fylla 14 í ár, ókeypis koppseting móti lívmóðurhálskrabba. Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin Í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum sigur heilsumálaráðharrin, at ókeypis koppseting móti lívmóðurhálskrabba nú er veruleiki.
Allar gentur, ið fylla 14 í ár, fáa bjóðað ókeypis koppseting móti lívmóðurhálskrabba.
?Í samráð við Landslæknan havi eg mett, at nú játtanin til endamálið bleiv so tepur, so er rættast at byrja við teimum 14 ára gomlu. Men tað er mín vón, at vit framyvir fáa hækkað játtanina, soleiðis at fleiri árgangir kunnu fáa tilboðið um koppsetan?, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm.
Koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba verður framd hjá kommunulæknanum. Koppsetingin krevur trý prik, sum skulu gerast yvir eitt hálvt ára skeið.
Gentur, føddar í 1995, kunnu, tá tær eru fyltar 14, seta seg í samband við kommunulæknan viðvíkjandi koppsetingini, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivinum.









