Ókeypis konsertir til øll børn

Í komandi viku fara Trølla Pætur og Trølla Omman, saman við MBM, eina konsertferð runt landið. Konsertirnar eru ætlaðar til øll børn undir skúlaaldur Komandi mánadag, byrjar ein konsertferð sum MBM ger saman við Trølla Pætur og hansara garvillu ommu. Konsertirnar verða 7 í tali, og verða tær runt alt landið ? byrja verður komandi mánadag í Klaksvík, og enda verður hósdagin í Vági.

Hetta tiltak, sum MBM samskipar saman við trøllunum, er ætlað øllum børnum niðanfyri skúlaaldur ? bæði teimum sum ganga í barnagørðum og dagrøkt, og teimum sum eru heima. Tað er MBM sum hevur tikið stig til hesar konsertir, og er tað fyri at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at børn drekka nokk av mjólk, tí hevur henda konsertferð fingið navnið ?3 gløs um dagin?.

Tað verður nógv gjørt burtur úr konsertunum. Øll børn sum møta upp, fáa bæði okkurt drekkandi frá Rasku, umframt armband og postkort frá trøllunum. Ferðaskráin fyri hesa konsertferð er soleiðis: Mánadagin kl. 10.00 við Kí-høllina í Klaksvík og kl. 15.00 við Ítróttarhøllina í Runavík. Týsdagin kl. 10.00 við bygdarhúsið í Hósvík og kl. 15.00 í Skúlagarðinum á Giljanesi. Mikudagin kl. 10.00 við Badmintonhøllina í Tórshavn, og kl. 15.00 við Meginskúlan á Sandi. Og hósdagin kl. 12.00 við fótbóltsvøllin í Vági. Meira kann lesast um hesa spennandi konsertferð, inni á heimasíðuni hjá Trølla Pætur www.tp.fo. Trølla Omman sigur at enda í tíðindaskrivi, at øll børn er vælkomin.