Týskvøldið 3. februar filmar danska sjónvarpsrásin DK4 konsert við Lenu Anderssen í Århus. Talan er um konsert, har til ber at ogna tær ókeypis atgongumerki. Á heimasíðu síni lýsir danska sjónvarpsstøðin DK4 við konsertini og har ber eisini til at bíleggja ókeypis atgongumerki til framførsluna við føroysku songkvinnuni, sum verður tikin upp í upptøkuhølunum hjá sjónvarpsrásini í Århus 3. februar.
Feiri donsk og altjóða nøvn hava spælt líknandi sjónvarps konsertir har seinasta árið, teirra millum Katie Melua, Aura, Poul Dissing og Tue West. Eisini føroysku Teitur og Maria Guttesen hava framført á DK4.
Lena, sum í desember varð kosin ?Ársins Songkvinna? á Planet Awards, hevur fyri stuttum givið út fløguna ?Let Your Scars Dance? í Danmark. Til ber at tryggja sær atgongd til konsertina her: www.livedk.dk <http://www.livedk.dk>