Ókeypis konsert í Grasagarði

Hóskvøldið kl. 21 verður fer TenSing-kórið í Havn og bólkurin Humble Cry at hava konsert í Grasagarði. Hetta er samstundis seinasta framførslan áðrenn farið verður út í heim Í næstum fara kórið og bólkurin nevniliga at luttaka á einum festivali í tjekkiska høvuðsstaðnum Prag.

Tey hava vant dúgliga til hesa luttøkuna, og fara nú at framføra nakað av tí, sum verður á sangskránni á festivalinum.

Mangt bendir á, at áhoyrararnir fara at fáa eina fjølbroytta konsert: Kórið syngur alt frá sálmum til punk og rokk, meðan teir í Humble Cry framføra egin løg, ið spenna frá hørðum rokki til melodiskar funk-sangir. Til at fáa ljóðið út til áhoyrararnir standa fólk hjá Ljóðtøkni fyri.

Á konsertini, ið er ókeypis, verður eisini ein andakt.