Ókeypis internet

Ja, tað var eg sum var fyrsta valevni, sum kom við hugskotinum, um ókeypis tráðleyst internet til okkum borgarar hjá Tórshavnar kommunu!

Hotspots/tráðleyst internet, verður nógv kjakast um, inni á HYPERLINK "http://www.kjak.org" www.kjak.org.

Eg haldi út frá kjakinum inni á kjak.org og facebook, at fleiri valevnir og onnur eru við upp á tankan, við ókeypis tráðleysum interneti og tey halda, at hetta hugskotið er frálíkt. Eisini, tá ið talan er um tað fíggjarliga. Tað hevur kanska verið mest kjakast um tað fíggjarliga við hesum. Eitt annað kjakevni er, um hetta ikki hoyrir heima hjá vinnulívinum.

Verður goldið við lýsingum frá tí privata vinnulívinum:

Eg skal siga enn einferð, at tráðleyst internet er vanligt í Danmark eitt nú í Høje Taastrup kommunu har rindar kommunan hotspots tráðleyst ókeypis internet við lýsingum frá tí privata vinnulívinum.

Tað fíggarliga og framtíðin:

Her ber til at fíggja hotspots internet, við lýsingum frá privata vinnulívinum. Eisini ber til hjá Tórshavnar kommuni, at kanna um hotspots møguleikar, um fyrimunur og vansar. Her kan ein venda sær til td. Føroya Tele og Vodafone. Fyri at kanna, hvat ókeypis tráðleys internet er og hvat tað kostar. Soleiðis, at vit kunnu vera í nútíðina og ikki at gloyma inn í framtíðina á KT økinum. Vit eru í dag langt aftan fyri á KT- økinum, enn hinu skandinavisku londini.

Redspots internet, er meira til tað privat vinnulívið enn hotspots internet:

Eitt annað er Redspots, tað er internet, sum kann brúkast á gistingarhúsum og aðrastaðni. Har verður so goldið fyri, tá ið tú loggar teg inn. Tað er nakað heilt annað, enn hotspots internet. Her er talan meira um privata vinnu. Ja, fylg við inni á HYPERLINK "http://www.kjak.org/" www.kjak.org, ella á facebook, har tit kunnu fylgja kjakinum. Eg kundi eisini ynskt, at har vóru fleiri valevnir, enn eg, Niels Uni Dam og Leivur Hansen. Kom og sigi tykkara meining innan hetta øki.

Fá nýt stev- vel Lev:

Fá nýt stev – vel Lev, eisini inn í nútíðina og ikki at gloyma framtíðina.

Vel Levi Mørk, eg eri klárur eru tit?