Klaksvíkar býráð fer nú at gera tað lættari og bíligari hjá børnum og ungum í Klaksvík at hava eitt frítíðarítriv og at taka lut í ymsum mentanarligum virksemi.
Jóhann Lützen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráði, sigur, at tey hava stórar ætlanir um at lætta um barnafamiljunum í kommununi, bæði hjá foreldrum við smærri børnum undir skúlaaldri og børnum í skúlaaldri.
Serliga skulu hesir lættar koma teimum familjum til góðar, sum eru hart fyrispentar fíggjarliga av ymsum orsøkum.
Sum sæst í hinari greinini, hevur býráðið longu samtykt at lækka gjøldini fyri at hava børn í ansing.
- Næsta stigið verður at gera tað lættari hjá teimum børnunum í skúlaaldri, og teimum ungu, sigur Jóhann Lützen.
Ókeypis frítíðarítriv
Jóhann Lützen dugir ikki at siga, akkurát nær, ein slík skipan verður sett í gildi, men hetta er eitt mál, tey nú fara at arbeiða við.
Hann dugir heldur ikki at siga akkurat, hvussu ein slík skipan kann snikkast saman.
Kortini sigur hann, at málið er at seta hol á nú á nýggjárinum.
Men eitt dømið um eina slíka skipan kundi verið, at børnini og ungu fingu okkurt slag av kortið, sum gav teimum avsláttur, ella gjørdi tað heilt ókeypis hjá teimum at taka lut í ymsum virksemi.
Formaðurin í Sosialu nevnd sigur, at í býráðnum hugsa tey sær at seta eina pulju á 300.000 krónur av til endamálið á fíggjarætlanini fyri í 2014.
- Hetta verður fyri at seta hol á. So fáa vit at síggja, hvussu skipanin hilnast og um tørvur verður á at hækka játtanina.
Kortini ásannar hann, at nógv atlit eru at taka.
- Hetta má ikki enda við, at ítróttarfeløg og onnur frítíðarfeløg fara at gera sær dælt av eini slíkari skipan og fara at hækka limagjaldið upp í loft.
- Eitt annað, sum hugsast má um, er, hvussu nógvum ítróttarfeløgum, børnini eru við í.
Burtur frá telduni
Jóhann Lützen sigur, at hetta verður ein skipan, sum eisini fer at geva foreldrum, sum eru hart fyrispent, ein møguleika at lata børnini hava eitt frítíðarítriv á jøvnum føti við hini børnini.
Hann sigur, at foreldur, sum ikki eru væl fyri fíggjarliga, hava annars lyndi til at spara frítíðarítrivini hjá børnunum burtur rættiliga skjótt, fyri at fáa endarnar at røkka saman, tí tey hava ikki ráð at rinda limagjald.
Hann sigur, at ein slík skipan kundi eisini eggja børnum og ungum at farið frá telduskerminum og út í eitt ítróttarfelag at røra seg ístaðin.