Ókeypis flygil fæst við at avheinta tað

TÓNLEIKUR: Seinastu 30 árini hava næmingar, lærarar og onnur havt mikla gleði av tí hvíta og snøgga flyglinum í Miðhøllini í Vestmanna skúla.

Nú hevur tað tænt fyri seg í skúlahøpi í Vestmanna, í øllum førum. Møguleiki er tí nú hjá einum og hvørjum at fáa hetta klaverið - ókeypis. Tað einasta, sum fólki tørvast, er at koma niðan í skúlan og taka tað við sær.

Talan er ikki um hissini flygil, tí slagið er tað kenda og vælumtókta millum pianistar - nevniliga Steinway. Um hetta ljóðførið í Vestmanna skúla verður sagt, at tað er stemmað hálvan tóna ov høgt.

- Fleiri royndir eru gjørdar at stemma tað, men tað sær ikki út til at bera til, verður sagt úr Vestmanna kommunu.

Er onkur sum vil eiga hetta flyglið, so kann viðkomandi seta seg í sambandi við Janus Jensen, hallarvørð í Vestmanna. Fartelefon hansara er 770195.

Tá Portalurin tosaði við hallarvørðin fyri løtu síðani, hevði hann ongan fyrispurning fingið. Men kanska onkur fer at koma í kvøld.

Lagt verður aftrat, at um eingin fráboðan er komin, so verður tað koyrt burtur fyrst í komandi viku.