Ókeypis filmssýning í Perluni

Í morgin verður ókeypis filmssýning í Perluni í Havn

Tað er danski leikstjórin Peter Anthony, sum fríggjadagin vísir dokumentarfilmin, The Man Who Saved the World, ið hann gjørdi um fyrrverandi yvirmannin í Sovjetiska flogvápinum Stanislav Petrov, eisini heldur hann fyrilestur um filmin.

Stanislav Petrov kom 26. september í 1983 í eina støðu, har hann helt lagnuni hjá øllum heiminum í sínum hondum. Við at halda høvdið kalt, megnaði hann at steðga einum atomkríggi.

Petrov var á vakt, tá alarmurin knappiliga fór í gongd, og boðaði frá, at seks amerikanskar atomrakettir vóru ávegis móti Russlandi. Men ístaðin fyri at svara aftur við sovjetiskum atomálopi á USA, fylgdi Petrov búkkensluni, um at talan var um falska fráboðan, og sannførdi herðin um at hetta var ein feilur.

Lukkutíð hevði hann eydnu við at sannføra herðin, og heimurin slapp undan einum heimsumfatandi atomkríggi.

Filmurin The Man Who Saved the World, vann bæði ein Robert og ein Bodil í Danmark, fyri besta dokumentarfilm, og á Woodstock filmfestivalinum í New York vann hann áskoðaraheiðurin fyri besta film.

Peter Anthony, ið hevur leikstjórna filmin, kemur nú til Føroyar, og fríggjakvøldið verður eitt serstakt høvið, at síggja filmin og hoyra Anthony siga frá, um filmin og upplivingarnar rundan um framleiðsluna.

Tiltakið er fríggjakvøldið 22. apríl kl. 20, í Perluni, og tað er ókeypis.