Hanus Pál Jógvansson
----
Í 2007 fór Tórshavnar kommuna undir eina royndarskipan við ókeypis bussleið. Henda skipan hevur verið sera væleydnað og væl móttikin. Í dag taka flest øll fyri givið at býarbussarnir eru ókeypis.
Men samstundis sum ein partur av borgarunum í Tórshavnar kommunu fáa boðið ókeypis ferðasamband mugu nólsoyingar og hestmenn gjalda fyri somu tænastu. Hetta kann og skal ikki góðtakast. Bjóðar Tórshavnar kommuna eina tænastu út skal hon vera fyri øll!
Eitt mánaðarkort til Nólsoyar og Hestleiðina kostar 500 kr. Hetta er 500 ferðir meira enn restin av borgarunum í Tórshavnar kommunu rindar fyri somu tænastu.
Tí er tað av alstórum týdningi at kommunan fær eina avtalu í lag við strandferðsluna, sum tryggjar at tað gerst ókeypis hjá nólsoyingum og hestmonnum at ferðast í egnari kommunu.