Fremad Amager spælir seinasta dystin hetta kappingarárið, tá teir sunnudagin taka ímóti SønderjyskE. Talan er um dyst, sum Fremad skal vinna, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at halda fram í donsku 1. deild. Og hartil skal HIK eisini tapa sín dyst. Fyri at stuðla liðnum á best hugsandi hátt, hevur Fremad Amager gjørt av, at ókeypis atgongd er til dystin í Sundby Idrætspark.