SJÓNVARP
Føroyskir kundar hjá Canal Digital skulu sum er gjalda 172 kr. um mánaðin ella 2.064 kr. árliga fyri at síggja DR.
Hetta nýtist kortini ikki at vera neyðugt. Tá vit ringdu og spurdu í Radiohandlinum í Havn um áhuga fyri at keypa DR millum føroyingar, fingu vit at vita, at nógvar føroyingar fáa tað framvegis fyri einki. Hetta gera teir við at keypa kortini í Danmark til eina danska adressu.
Skipanin virkar á tann hátt, at tað eru tey kortnummørini, ið eru keypt í Føroyum, sum ikki kunnu móttaka DR ókeypis frá Canal Digital. Er talan um eitt danskt kort, so er einki í vegin fyri at síggja ókeypis danskt sjónvarp á DR1 og DR2.
Av landafrøðiligum orsøkum liggur ógvuliga illa fyri hjá fólki í Føroyum at síggja aðrar fylgisveinar enn teir við Canal Digital. Tað er enntá so ómøguligt, at føroyingar fáa ein avsláttur, tí móttøkumøguleikararnir eru so vánaligir. Munurin er tó lutfalsliga lítil á prísunum. Um tú so eisini fært Danmarks Radio við, so broytir hetta óivað perspektivið nakað.
Sami kostnaður
Kundatalið hjá Canal Digital í Føroyum er lutfalsliga rættiliga stórt. Eftir hvat skilst liggur millum 5.000 og 6.000, men hetta vil Canal Digital hvørki vátta ella avsanna.
Sløkt varð fyri Danmarks Radio fyrr í hesum mánaðinum fyri kundar, sum ikki tímdu at gjalda fyri at síggja almennu donsku rásirnar, í hesum førinum DR1 og DR2.
Hjá Canal Digital siga tey seg vera positivt yvirraska um áhugan fyri.
Peter From, marknaðarleiðari hjá Canal Digital í Danmørk, sigur, at teir hava fingið uppsagnir av haldum frá føroyskum, men hesi eru ógvuliga fá. Hinvegin eru teir vorðnir positivt yvirraskaðir um áhugan at keypa sær Danmarks Radio.
Peter From sigur, at teir royndu at fáa DR at minka prísin, men hetta eydnaðist ikki. Prísurin, ið føroyingar skulu gjalda, skal vera á leið tað sama sum danir gjalda í licens fyri at síggja DR.
?Politikkurin hjá Danmarks Radio er tann, at teir vilja hava fólk uttanfyri Danmark at gjalda licens fyri rásirnar eins og í Danmark. Vit royndu at forhandla okkum til ein bíligari prís, men hetta vildi leiðslan í DR ikki ganga við til, sigur Peter From.
Hann veit at siga, at Canal Digital og DR hava gjørt eina skrivliga avtalu, sum tryggjar, at Televarpið ella annar veitari ikki fær DR fyri minni enn Canal Digital.
?Tað merkir so, at fær Televarpið DR fyri ein bílígari kostnað enn vit, so kunnu vit krevja tað fyri júst sama kostnað. Hetta vil so merkja, at vit tá kunnu bjóða okkara kundum DR bílígari, sigur Peter From.
Persónliga heldur hann, at tað er undarligt, at DR velur at gera soleiðis við tann føroyska marknaðin, tá hugsað verður um, at Danmarks Radio sendingar fyri ein stóran part eru at síggja í almenna føroyska sjónvarpinum.
Hjá Radiohandlinum í Havn hava tey lagt til merkis, at fólk helst vilja bíða eitt sindur við at taka avgerð um, hvørt tey skulu fáa sær DR, Canal Digital ella okkurt annað, nú Televarpið eftir ætlan byrjar í næstum.
Samráðast við DR
Televarpið samráðist í løtuni við DR um eina avtalu at senda teirra rásir.
Tróndur Djurhuus hevur áður sagt, at teir hava gjørt av, at DR verður við í teirra útboði, men spurningurin um kostnaðin er ikki greiddur.
Tað leyp hvøkk á Televarpið, tá tað frættist um avtaluna millum Canal Digital og Danmarks Radio.
Tróndur Djurhuus heldur hesa avtaluna vera sera dýra, men kann tó enn einki siga um, hvørja avtalu Televarpið megnar at fáa við Danmarks Radio.