Sum eitt afturvendandi tiltak síðani fyrst í 70?unum er Super Dekk nú aftur farið at skipa fyri ókeypis dekkeftirlitið, við orðunum latið okkum kannað dekkini, áðrenn løgreglan ger tað!
Sum flest allir bilførarar vita, er tað sera umráðandi at hava dekkini í lagi, tað verður mynsturdypd, lufttrýst og sporing, og júst í hesum døgum er løgreglan úti og ger grein 3 ella 77 kanningar, har eitt nú dekkini verða gjølla kannað.
Dekk-kanningin hjá Super Dekk byrjaði í viku 20 og endar leygardagin í viku 21, tann 27. mai, opið er allar arbeiðsdagar sum vanligt, frá kl. 08-17.
Leygardagin 27. verður latið upp kl. 10 við eitt sindur øðrvísi tiltaki, við at tað verður skipað fyri kappingum av ymsum slag, og frá kl. 12 hava vit pylsur og okkurt leskandi til øll, sum koma at vitja.
Kappast verður um at fáa tað stóra gummigedadekki (uml. 300 kg.) sum var við í »Føroya sterkasti maður« upp at standa, eydnast tað, er ein við í lutakastinum um 4 Goodyear persónbila-dekk.
Børn 8-12 ár kappast um at fáa eitt lastbilahjól (uml. 90 kg.) upp at standa, eydnast tað, eru tey við í lutakastinum um ein Goodyear mini-trailara.
Tey minstu børnini sleppa eisini at kappast, og verður tað við at grulva og klúgva um ymsar dekkforingar, klára tey tað, eru tey við ú lutakastinum um ein Goodyear leikutoysbil.










