Ókeypis koyringin við Bussleiðini í Havn, eigur at verða tikin av.
Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin.
Tað eru annars nógvir býráðspolitikarar í Havn, sum brúka hvørt høvi, teir fáa, til at flagga fyri teirri ókeypis Bussleiðini, ikki minst av umhvørvisligum ávum, tí te siga, at endamálið er at fáa fólk at lata bilarnar standa.
Men Annfinn Brekkstein heldur ikki, at skattafíggjaða Bussleiðin skal halda fram.
– Tað er ongin orsøk til at fólk við vanligari inntøku, ikki eisini rinda fyri at koyra við bussunum, sigur hann.
Hann sigur, at sum skattaborgara í Tórshavnar Kommunu, pínur tað hann rætt og slætt, at hann skal rinda fyri at vælbjargað, útlendsk ferðafólk sleppa at koyra ókeypis við Bussleiðini, samstundis sum at hýruvognsførarin stendur til fánýtis og bíða eftir at tjena nakrar krónur upp á ferðavinnuna.
– Í roynd og veru verða hansara egnu skattakrónur brúktar til at taka livibreyðið frá honum, sigur Annfinn Brekkstein.
Nú Tórshavnar Býráð fer at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, fer Annfinn Brekkstein at virka fyri, at vit fáa eina skipan við borgarakortum í Tórshavnar Kommuna.
– Tað merkir, at øll, sum búgva í kommununi, fáa eitt kort, sum prógvar, at tey eru havnarfólk, og so skal býráðið taka støðu til, hvørjar tænastur tey skulu fáa frá kommununi, og hvat tær skulu kosta.
Eitt nú hugsar hann sær, at pensjónistar koyra við Bussleiðini fyri hálvan prís, ella kanska fyri einki, og lesandi og skúlanæmingar somuleiðis.
Talan kann eisini vera um, at pensjónistar, og aðrir bólkar, sleppa at svimja fyri hálvan prís, ella hvat tað skal vera.
– Ókeypis tænastur, og sersømdir, skulu veitast undir skipaðum viðurskiftum og tað er ongin orsøk til, at fólk við vanligari inntøku, ikki rinda eina tjúgukrónu, ella hvat tað verður, fyri at koyra við Bussleiðini, sigur Annfinn Brekkstein.
Afturfyri verður tað eisini munandi lættari at fáa fígging til at lata Bussleiðina eisini koyra meiri um vikuskiftini, so at vit fáa eina ordiliga Bussleið, sum koyrir allar dagar í vikuni, sigur hann.
Tað hevur áður verið upplýst, at Bussleiðin kostar skattgjaldarunum i Havn einar 26 milliónir krónur um árið, ella áleið tað sama sum eitt skattaprosent.










