Ókeypis busskoyring til øll í Havnar kommunu

Frá 1. januar sleppa fólk í Havn at koyra ókeypis við býarbussinum.

– Hetta er fyrst og fremst fyri at fólk skulu lata bilin standa, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð.


 
Á fundi í teknisku nevnd seint í gjárkvøldið avgjørdi ein meiriluti av limunum, at heita á býráðið umvegis fíggjarnevndina, at taka undir við, at tað skal vera ókeypis at koyra við býarbussi í kommununi.
- Í umhvørvisvikuni var tað ókeypis at koyra við bussinum og tað var sera vælumtókt. Vit arbeiða fram ímóti at gera bussleiðina til eitt veruligt alternativ til bilin og skal hetta eydnast so skal frekvensurin økjast. Hetta er so fyrsta stigið við ókeypis busskoyring, næsta stigið verður so at økja um frekvensin , sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd við Sosialin.Hon vísir á, at tað eru nógvar góðar grundgevingar fyri, at tað skal vera ókeypis. 
- Í fyrsta lagi er endamálið at økja um nýtsluna av bussunum, tí ein hin størsta uppgávan hjá kommununi er at laga ferðsluna í býnum sum best. Men samstundis er tað ein sannroynd, at her er alt ov trongt á vegunum, og at vit mangla parkeringspláss, sigur Marin Katrina Frýdal.
 
Venja børnini
- Eitt annað, ið vit halda verða av stórum týdningi er, at børnini í býnum venja seg við at taka bussin, eitt nú til og frá frítíðarítrivi og skúla. Tey skulu eisini eggjast til at fara við bussinum, tí tað eisini sparir nógvar túrar hjá foreldrunum, og sostatt eisini minkar um privatbilismuna, sigur Marin Katrina, sum vísir á, at inntøkurnar frá billetsøluni er 3,5 milliónir árliga og at hetta er ein upphædd, sum tað er yvirkomuligt hjá býráðnum at átaka sær.
- Billetskipanin er avoldað og tað hevur í mong ár verið stórur tørvur á at endurnýggja hana, og bara tað fer at kosta nógvar milliónir, sigur Marin Katrina.
Ætlanin er, at skipanin kemur í gildi frá 1. januar 2007, og verður hon galdandi í eitt royndartíðarskeiði upp á fyribils í eitt ár.
 
Útbyggja bussleiðina
Marin Katrina Frýdal ætlar, at næsta stigið verður at staðfesta um grundarlag er fyri at útbyggja bussleiðina, so bussarnir koyra oftari.
- Tað verður mangan sagt, at bussarnir áttu at koyrt oftari, í øllum førum fýra ferðir um tímar. Men í løtuni er tað ov trongt í miðbýnum til at tað ber til, umframt at ov fá brúka bussin til at tað loysir seg, sigur Marin Katrina, sum staðfestir, at arbeitt verður við at fáa eina heildarætlan fyri alt økið.
 
Nógvir fyrimunir
- Tað eru nógvir fyrimunir við at fara við bussinum. Sjálv búgvi eg uppi í Hoydølum og súkkli vanliga til arbeiðis. Hetta gevur bæði fríska luft og tú fær rørt teg. Tá tú fert við bussinum noyðist tú eisini at ganga úti eitt lítið strekki, og bara tað er ein fyrimunur í mun til at seta seg inn í ein heitan bil og so bara at rulla avstað.
Í nógvum londum verður nógv gjørt fyri at bøta um ferðsluruðuleikan í býnum. Onkrastaðni er tað rættiliga kostnaðarmikið at taka bilin við inn til býin, og aðrastaðni skalt tú rinda fyri at parkera uttanfyri býin, men parkeringskvittanin er tá ferðaseðil til bussin inn í býin.
Ókeypis busskoyringin til allar havnarborgarar er sjálvandi treytað av, at uppskotið kemur í gjøgnum hjá bæði fíggjarnevnd og býráðnum, men hetta átti ikki at verið nakar trupulleiki.