Ókeypis Bon Jovi atgongumerki seld fyri 5000 kr.

Til ókeypis konsertina hjá Bon Jovi 12. juli hava 60.000 fólk ognað sær eitt atgongumerki, men sum ikki eina ferð, hevur ein svartur marknaður tikið seg upp kring hesi. Hesin svarti marknaður hevur eitt nú gingið fyri seg á internetinum, á ymiskum søluheimasíðum og verða tey seld fyri upp til 5000 krónur fyri hvørt. Hetta kann tykjast undarligt um ein hugsar um, hvussu vánaligt ummæli nakrar av seinastu konsertum hansara hava fingið, men tó tykist hetta at rigga væl. Umboðsfólk fyri Bon Jovi hava sagt at tey royna at banna tey, ið eru upprunin til hendan svarta marknaðin, og at hendan hendingin er sera skuffandi.