Dysturin er sera umráðandi, tí sera nógvir pengar eru upp á spæl. Tað er nevniliga soleiðis, at eftir at dystirnir í morgin eru spældir, verða sjónvarpspengarnir býttir millum feløgini í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Silkeborg liggur í løtuni á sjeynda plássi, men við einum sigri kunnu teir spæla seg upp á fjórða plássið, meðan teir hinvegin kunnu detta trý pláss aftur, um teir tapa móti Esbjerg.
Sambært bold.dk verða onnur øki enn støðan á stigatalvuni tikin við, tá sjónvarpspengarnir skulu býtast, men júst stigatalvan spælir ein sera stóran leiklut. Fótbóltsheimasíðan skrivar, at tað eru milliónaupphæddir á muni, um tú endar nummar fýra ella tíggju, tá 17 umfør eru spæld í deildini, og tað er júst støðan, Silkeborg er í undan morgindagsinsdysti.
Tí hava teir í Silkeborg bjóðað øllum, sum hava hug at hyggja eftir avgerandi dystinum í móti Esbjerg til ókeypis dyst. Og Silkeborg hevur brúk fyri øllum stuðlinum, teir kunnu fáa, tí seinastu fimm dystinar í móti Esbjerg, hava teir tapt fýra av hesum.
Dysturin er eisini eitt hóskandi høvi hjá Holst at staðfesta sín týdning, nú føroyski landsliðsleikarin skjótt skal samráðast um nýggjan sáttmála við Silkeborg.










