Ókeypis at offra sandoyingar

- Sambandsflokkurin hevur kastað seg yvir Sandoynna fyri at vinna nakrar bíligar atkvøður í Havn. Tað einasta rætta er at Løgmaður útskrivar nýval beinanegin fyri at reinsa luftina, heldur partamaður hansara, John Johannessen

 - Tað er heilt órímiligt at gera Sandoyartunnilin til tað stóra dýrið í føroyska búskapinum.

Tað heldur John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann sipar til kravið frá Sambandsflokkinum um at útseta Sandoyartunnilin til 2010.

Men hann heldur, at tað er mest av taktiskum orsøkum, at Sambandsflokkurin velur sær akkurát Sandoyartunnilin sum ta verkætlanina, ið skal útsetast.

- Tað er so lætt hjá sambandsflokkinum at offra Sandoyartunnilin, tí netupp í Sandoy hevur sambandsflokkurin leingi verið veikur og hevur onki umboð á Løgtingi. Sostatt er mín niðurstøða, at Sambandsflokkurin bara offrar sandoyingar fyri at vinna sær nakrar bíligar atkvøður í Havn.

Men John Johannessen heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at pilka akkurát Sandoyartunnilin burturúr øllum og gera hann til syndabukk.

- Hví nevnir kemur Sambandsflokkurin samstundis við nýggjum uppskoti um at byggja trygdarmiðstøð í Klaksvík fyri hálvthundað milliónir, ella Skálafjarðartunnilin fyri fyri eina slaka milliard?, spyr tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.

- Hví heitir landsstýrismaðurin ikki á bankakervið um at halda aftur við at stimbra upp undir ovurnýtsluna? Landsstýtrismaðurin hevur nógvar møguleikar, men hann hevur einans valt at leggja seg eftir Sandoyartunlinum, tí tað skalar ikki sambandsflokkin, men tryggjar Laksafoss eitt gott val í Havn, sigur John Johannessen og staðfestir, at ein politikari eigur at arbeiða fyri alt samfelagið og ikki bert fyri góðum veljarakanningum í Havn.


Mugu síggjast í eini heild

Hann heldur, at tað er neyðugt at síggja allar útbyggingarnar í eini heild. Hann nevnir, at Skálafjarðartunnilin er ein spurningur um at stytta eina farleið eitt sindur. Sandoyartunnilin er ein spurningur um at knýta alt Suðurøkið tættari at miðstaðarøkinum. Samstundis fer Sandoyartunnilin at gera miðstaðarøkinum ótaldar møguleikar fyri at útvega ungum húskjum byggilendi 10-15 minuttir burtur frá Havnini, tí sum støðan er nú, er tað við at verða ógjørligt hjá vanligum fólki at seta búgv i høvuðsstaðnum.

- Sandoyartunnilin skal eisini síggjast í tí ljósinum, hóast hann á pappírinum bara er til undirskot fyri samfelagið.

Annars undrar tað framvegis John Johannessen, at samgongan uttan himpr er til reiðar at lata ein tunnil, sum gevur avlop, upp í hendurnar á privatum at skúma róman av, samstundis sum at landið skal hanga upp á teir tunlar, sum geva hall og lata skattgjaldarin bløða fyri tað.

- Men tað sær út til, at samgongan kastar alla ábyrgd frá sær fyri tað upphiting, sum Skálafjaðrartunnilin førir til, men vil heldur offra Sandoyartunnilin.

Hinvegin staðfestir John Johannessen eisini, at skulu sparingar gerast, kemur tað undir ongum umstøðum upp á t al at spara í rakstrinum, so at skúlaverkið, heilsuverkið og almannaverkið vera rakt.


Val beinanvegin

John Johannessen hevur fyrr boðað frá, at eftir hansara tykki eigur Løgmaður at útskriva val í heyst fyri at reinsa luftina

Og tað heldur hann framvegis.

Samgongan eigur at avgreiða málið um bústaðarpakkan, eftirlønarskipanina og brúkalóggávuna.

- Men eg haldi, at løgmaður eigur at útskriva val, áðrenn fyri at reinsa luftina og so at eitt nýtt løgting kann gera fíggjarlógina fyri næsta ár.

- Ein fíggjarlóg hjá hesi samgonguni verður tað bera valagn, sigur John Johannessen.